Í okkara EM-undankappingarbólki vann Ukraina í dag á heimavølli í Litava stórsigur 36-25 á Kosovo. Longu í steðginum var dysturin mest sum avgreiddur. Tá var Ukraina á odda 18-8. Kosovo vann annars fyri trimum døgum síðani 31-30 á Ukraina í Prishtina.
Ihor Turchenko var toppskjútti hjá Ukraina við 10 málum. Toppskjútti hjá Kosovo við fimm málum var Lulzim Shabani.
Føroyar eru fremst í bólki 6 við fimm stigum. Ukraina og Niðurlond hava fýra stig hvør, og Kosovo hevur trý stig. 8. mai spæla Føroyar móti Kosovo á útivølli.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Ukraina-Kosovo 36-25 (18-8):
##med2##