Tað eydnaðist Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel at vinna seg í týsku steypafinaluna aftaná harðvunnan 32-31 sigur á Rhein-Neckar Löwen aftaná longda leiktíð í Lanxess høllini í Köln.
Kiel var aftanfyri 14-17 í steðginum. Tað eydnaðist at knógva ein javnleik 28-28 aftaná vanliga leiktíð, og í longdu leiktíðini áttu norðurtýskararnir tann lítla munin, ið bar sigurin heim.
Í steypafinaluni møtir Kiel MT Melsungen, ið vann 31-27 (15-14) á Balingen Weilstetten. Steypafinalan verður leikt klokkan 14.35 í dag.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Elias sæst við nummar 71 á rygginum:
##med2##