Tá føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir fyrsta dystin í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum í Berlin í Týsklandi verður Slovenia mótstøðuliðið.
Slovenia spældi seinnapartin ígjár ein venjingardyst á heimavølli móti Eysturríki.
Slovenia vann ein tepran 34-33 sigur. Í steðginum var Slovenia á odda 16-15.
Slovenia – Eysturríki 34-33 (16-15)
Slovenia: Tilen Kodrin 6, Domen Novak 6, Gašper Marguč 3, Jure Dolenec 3, Kristjan Horžen 3, Borut Mačkovšek 3, Matic Suholežnik 3, Tadej Mazej 2, Nik Henigman 1, Nejc Cehte 1, Staš Jovičić 1, Rok Ovniček 1 og Jernej Drobež 1.
Eysturríki: Tobias Wagner 7, Mykola Bilyk 6, Robert Weber 4, Boris Zivkovic 4, Lukas Hutecek 4, Janko Bozovic 3, Sebastian Frimmel 3, Eric Damböck 1 og Jakob Nigg 1.
HER ber til at síggja ein longri samandrátt frá dystinum:
##med2##