VIDEO: Soleiðis vann liðið hjá Hákuni á liðnum hjá Eliasi

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum THW Kiel-Füchse Berlin 34-36 (14-18)

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin eru fremst í týsku bundesliguni aftaná sigur á útivølli á Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel.

 

Tað endaði við, at Hákun, Mathias Gidsel og hinir í Füchse Berlin vunnu dystin 36-34. Tað lá serliga væl fyri hjá berlinarunum í fyrra hálvleiki. Í steðginum var útiliðið á odda 18-14.

 

Elias skoraði fýra mál upp á átta málroyndir, og hann legði upp til tvey mál (assist). Hákun skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.

 

HER sæst ein samandráttur frá dystinum í Kiel:

 

##med2##