VIDEO: Soleiðis vann Kosovo á Ukraina í okkara bólki

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Kosovo-Ukraina 31-30 (16-12)

Alt er opið í okkara EM-undankappingarbólki. 

 

Í bólki 6 er støðan aftaná trý umfør, at Niðurlond hava fýra stig, Føroyar og Kosovo hava trý stig hvør, og Ukraina hevur tvey stig.

 

Hóskvøldið vann Kosovo á heimavølli 31-30 (16-12) á Ukraina. Liðini hittast aftur í Litava sunnudagin klokkan 17.

 

Kosovo megnaði eisini á heimavølli javnleik 33-33 móti Niðurlondum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Kosovo og Ukraina:

 

##med2##