VIDEO: Soleiðis vann Füchse Berlin á Flensburg

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Füchse Berlin-Flensburg Handewitt 36-31 (19-16)

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin tóku móti Jóhan á Plógv Hansen og liðfeløgunum í Flensburg-Handewitt í dysti í týsku bundesliguni.

 

Füchse Berlin vann dystin rættiliga greitt 36-31. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 19-16.

 

Hákun var við fimm málum triðbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Jóhan skoraði tvey mál fyri útiliðið.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Við 2:02 minuttir sæst Hákun skora frá sera torførum vinkuli, og við 2:16 minuttir sæst Jóhan skjóta eitt gott mál:

 

##med2##