VIDEO: Soleiðis vann B36 2-0 á Paide í Estlandi

(Video) Síggj málini hjá Eli Falkvard Nielsen og Michal Przybylski, ið vunnu B36 víðari í Evropa enn einaferð

Hetta er triðju ferð Dan Brimsvík vinnur seg víðari við B36 í Evropa

B36 hevur enn eina ferð vunnið seg víðari í Evropa.

 

B36 vann í kvøld á útivølli 2-0 á estiska liðnum Paide aftaná longda leiktíð. Talan gjørdist um ein samlaðan 2-0 sigur. Dysturin heima í Gundadali endaði 0-0. 

 

Símun Sólheim legði við góðum hornaspørkum upp til bæði málini, ið ávíkavist Eli Falkvard Nielsen og Michal Przybylski stútaðu í netið í 92. og í 95. minutti í longdu leiktíðini.

 

Í øðrum umfarinum møtir B36 antin Haverfordwest úr Wales ella Shkendija úr Norðurmakedonia. B36 hevur heimadyst 27. juli. 

 

HER ber til at síggja bæði málini. B36 spældi í gulum troyggjum og svørtum brókum í kvøld:

 

##med2##

 

Hetta er triðju ferð Dan Brimsvík vinnur seg víðari við B36 í Evropa