Video: Soleiðis vann AB á Víkingi

AB vann í dag óvæntaðan sigur á meistarakandidatunum Víkingi

 

Víkingur hevur sett sær FM-heitið sum mál, men teir løgdu ikki sannførandi frá landi í fyrsta umfari av Effodeildini í dag.

AB var á vitjan í Sarpigerði, og tað vóru argjamenn, sum fóru við øllum stigunum.

AB vann dystin 2-0, og bæði málini vórðu skotin eftir deyðbóltsstøður.

Omanfyri ber til at síggja brot frá dystinum í Gøtu.