Við sannførandi 3-1 sigri í Gundadali á EB/Streymi í gjár, hevur B36 aftur lyft seg upp á tindin í Effo-deildini. Hálvleiksstøðan var 1-0.
Les eisini: (Video) Brølari kostaði AB dýrt
Serliga í 1. hálvleiki var B36 greitt omaná. Leiðslumálið skoraði heimaliðið beinanvegin eftir horna, og tað kom illa við hjá gestunum. EB/Streymur var ikki serliga sannførandi í fyrra hálvleiki, tá ið B36 var sera væl upplagt. Heimaliðið hevði ógvuliga gott tak á tí. B36 spældi seg til fleiri góðar møguleikar, men René Tórgarð var stinnur í EB/Streyma málinum.
Les eisini: Jákup á Borg(B36) og Gert Hansen(EB/Streymur) um dystin í Gundadali
Eftir steðgin var spælbýtið meiri javnt. EB/Streymur legði sera ágangandi fyri, men kortini eydnaðist tað ikki gestunum at spæla seg til upplagdar møguleikar.
Les eisini: B36 oddalið í Effo-deildini
Høgni Midjord varð skiftur inn á B36 liðið miðskeiðis í 2. hálvleiki, og hann átti sín lut í báðum málunum, sum fram ímóti dystarenda bar 3-0 leiðslu við sær. Síðsta málið skoraði superveteranurin Egil á Bø, tá ið tíðin var um at vera farin. 3-1 heimasigurin í kvøld ber við sær, at B36 er topplið eftir 7. umfar.
Effo-deildin: 7. umfar
Víkingur-ÍF 1-1 (1-1)
1-0: Bárður Hansen 7.
1-1: Karl Løkin 35.
NSÍ-KÍ 1-1 (0-1)
0-1: Henry Heinesen 26.
1-1: Debes Danielsen 90.+3.
Les eisini: Samandráttur dystinum
Les eisini: Eftirmeting av dystinum
B68-Skála 0-0
Les eisini: (Video) Samandráttur frá dystinum
Les eisini: (Video) Eftirmeting av dystinum
B36-EB/Streymur 3-1 (1-0)
1-0: sjálvmál
2-0: Adeshina Lawal
3-0: Jákup á Borg
3-1: Egil á Borg
AB-HB 0-3 (0-1)
0-1: Fróði Benjaminsen 20.
0-2: Kristin R. Mouritsen 55.
0-3: Tróndur Jensen 90.+3.
Støðan í Effo-deildini:
1. B36 17
2. HB 15
3. KÍ 13
4. NSÍ 11
5. ÍF 10
6. EB/Streymur 9
7. Víkingur 7
8. B68 5
9. AB 4
10. Skála 3
Komandi umfar:
9. mai
Víkingur-NSÍ
11. mai
KÍ-B36
B68-HB
Skála-ÍF
EB/Streymur-AB