VIDEO: Soleiðis gjørdist Elias stórsteypavinnari í Týsklandi

(Video) Síggj ein samandrátt av týska Super Cup dystinum THW Kiel-Rhein Neckar Löwen 37-36

Hondbólts-Føroyar fegnast: Elias Ellefsen á Skipagøtu er týskur Super Cup vinnari (stórsteypavinnari).

 

Super Cup dysturin var ein super dystur. Tað stóð á jøvnum á 33-33 aftaná vanliga leiktíð, og í eftirfylgjandi brotskastskappingini var Elias millum teir, ið vóru nóg kaldir at seta bóltin í netið. Tað endaði 37-36 til THW Kiel.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av týska Super Cup dystinum. Her síggjast eisini nøkur góð mál og upplegg til mál hjá Eliasi:

 

##med2##