EM-undankappingardysturin, Føroyar - Rumenia, verður leiktur í dag, sunnudagin, klokkan 17.00 í Høllini á Hálsi - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
Føroyska kvinnulandsliðið fekk ovurtrupult lutakast til hesa undankapping til EM 2020.
Mótstøðuliðini eru Rumenia, Pólland og Ukraina, og tey trý liðini berjast ein tættan dyst fyri at fáa tey tvey ovastu plássini í bólkinum.
Í dag spæla Føroyar á heimavølli ímóti Rumenia, ið gjørdist nummar fýra við seinasta EM-endaspæl.
Rumensku heimsstjørnurnar fingu ein truplan dyst mikukvøldið, men tað eydnaðist at vinna á Ukraina í Rumenia. Sí samandrátt av hesum dystinum niðanfyri.
##med2##