Skansi Offshore kunngjørdi í dag nýggju burðardyggu skipanina, sum hevur til endamáls at rudda plast í heimsins høvum.
Les eisini: Føroyskt felag ment kollveltandi plast-uppsamlara til skip
Skipanin hevur navnið Ocean Plastic Collector og er ætlað fiskiskipum og veitingarskipum. Plast-uppsamlarin er einfaldur og lættur at seta í trolarar og verður settur út á báðum síðum. Hann røkkur 3 metrar út hvørjumegin skipið.
Á videobrotinum omanfyri, sum Skansi Offshore hevur lagt út, ber til at síggja, hvussu skipanin riggar.