Ígjár bleiv tað til eitt pláss millum teir fyrstu ellivu hjá Brandi H. Olsen á liðnum hjá Helsingborg, ið spældi á útivølli móti Falkenberg í Allsvensku deildini.
Brandur bleiv tó skiftur út í 47. minutti. Tá støðan var 1-0 til Falkenbergs FF. Helsinborg var aftanfyri 0-2, men seint í seinna hálvleiki megnaði Helsingborg at vinna sær ein javnleik. Danski málverjin, Anders Lindegaard gjørdist stóra hetjan hjá Helsingborg tá hann heilt móti dystarenda javnaði til 2-2, og tryggjaði Helsingborg eitt stig.
Helsingborg IF er framvegis undir niðurflytingarstrikuni við sjey stigum fyri níggju dystir. Tað er bara eitt stig niður til Falkenbergs FF á 16. og aftasta plássi, og somuleiðis eitt stig upp til at vera røttumegin niðurflytingarstrikuna.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Falkenberg FF-Helsinborgs IF 2-2 (1-0) :
##med2##