Tað gekk sum fótur í hosu hjá KÍ í dag. Úrslitið í heimadystinum ímóti EB/Streymi var 3-1. Hetta er fyrsta ferðin síðani 2003, at klaksvíkingar vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti EB/Streymi.
Les eisini: (Ljóðsamrøður) Reaktionir frá KÍ-EB/Streymi
KÍ legði sera bragdliga fyri, og Hjalgrím Elttør og Ndende løgdu heimaliðið framum 2-0. Eftir steðgin var hugburðurin og avrikið hjá EB/Streymi heilt øðrvísi. KÍ varð pressað heilt í botn, og álopini skolaðu ímóti málinum hjá Meinhardti Joensen. Eftir innlegg frá Hans Paula Samuelsen úr vinstru stútaði miðverjin Marni Djurhuus bóltin í KÍ málið, og harvið var støðan 2-1 og stórur spenningur.
Stutt eftir var vongverjin hjá KÍ í høgru Johan Jacobsen rikin av vølli, men klakvsíkingar fótaðu sær. Atli Danielsen umsetti brotsspark til 3-1, eftir at Ndende var farin um koll í brotsteiginum. Eftir tað bar tað einki serligt til hjá yvirmannaða EB/Streymi, og so vann KÍ fyri fyrstu ferð í ellivu ár á heimavølli ímóti EB/Streymi.









