VIDEO: Skeldaði journalist sundur og saman

(Video) Algeriski landsliðsvenjarin í fótbólti skeldaði ein journalist so illa, sum sjáldan er sæð og hoyrt áður

Tað nívir tey fótbóltsáhugaðu í norðurafrikanska landinum, Algeria, at grannalondini, Tunesia og Marokko hava vunnið seg til HM-endaspælið í fótbólti, sum verður í Russlandi komandi summar,  meðan Algeria megnaði ikki eingong at spæla seg til avgerandi bólkaspælið.

 

Hetta hevur eisini fingið ávísar fótbóltsjournalistar at verða sera atfinningarsamar ímóti landsliðsvenjaranum hjá Algeria, sum eitur Rabah Madjer.

 

Men í vikuni fekk Rabah Madjer nóg mikið, og hann svaraði aftur og skeldaði ein journalist, sum sjáldan er sæð ella hoyrt áður. Rabah Madjer bað journalistin um at leggja starvið niður, og lata starvið til yngri fólk.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj ein dansandi óðan Rabah Madjer, sum situr við síðunar av Riyad Mahrez hjá Leicester City geva eina skortfleingju, sum rakti journalisturin neyvan gloymir í bræði.