Kærumál
B36 hevði biðið kappingarnevndina um at strikað leikbannið, sum Magnus E. Poulsen stóð til, eftir at hann hevði fingið reytt kort í dystinum móti GÍ seinasta vikuskifti. Eitt reytt kort, sum sjónbandaupptøkur prógvaðu, ikki skuldi verið givið.
Kappingarnevndin avvísti tó kæruna við teirri grundgeving, at nevndin ikki hevur heimild at nýta videoupptøkur í próvførslu síni, men samstundis verður dentu lagdur á, at hesar skulu fáast í fasta legu sum skjótast.
Miðjaða verður nú eftir, at sjónbandaupptøkur skulu liggja til grundarlag undir slíkum avgerðum frá komandi kappingarári at rokna, eins og ein discipliner-komite ætlandi skal setast á stovn. Ein slík nevnd er vanlig í londunum kring okkum, og hevur hon heimild til at taka støðu til hendingar, sum dómarin ikki hevur givið gætur, men sum kortini verða prógvaðar á sjónbandi.
Ein slík broyting krevur tó eina samtykt frá aðalfundinum, og tí er væntandi, at eitt fyribils uppskot fer at verða lagt fyri feløgini á fundinum í heyst, og at eitt endaligt uppskot síðani verður lagt fyri aðalfundin.