Video: Sjóvarfalsdrekin verður sjósettur

Í gjár boðaði SEV frá, at sjóvarfalsdrekin hjá Minesto í Vestmannasundi var farin at framleiða streym inn á elnetið hjá SEV.

– Hetta er eitt virðismikið fet fram móti at fáa staðfest tøknina hjá Minesto í burðardyggu orkuvinnuni á sama støði sum eitt nú sjóvindmyllur. Vit flyta okkum nú frá einstøkum til størri uppsetingar, eftir sama leisti, sum varð nýttur innan vindorku, segði nevndarformaðurin í Minesto, Jonas Millqvist.

Minesto hevur latið gjørt eitt video av tá drekin var sjósettur og sleipaður út á sundið.

Trýst á knøttin fyri at síggja arbeiðið at fáa sjóvarfalsdrekan upp á pláss.

<iframe width="853" height="480" src="https://www.youtube.com/embed/ZOY8FsAWmPI" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; clipboard-write; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>