Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, ið á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði vann 1-0 á Sligo Rovers úr Írlandi í Europa Conference League undankappingini. Skotski málrevurin, Steven Lennon skoraði sigursmálið tá bert fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Steven Lennon hevur spælt við FH í fleiri kappingarár, og er góður fyri fleiri mál hvørt kappingarár.
Onkuntíð vóru boð eftir Gunnari Nielsen, men tað eydnaðist at halda málið reint. FH eru ikki uttan møguleikar í útidystinum í Írlandi um eina viku.
HER ber til at síggja málið sum gevur Gunnari og liðfeløgunum eitt gott útgangsstøðið til returdystin:
##med2##