Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vóru sunnudagin fyri stórtapi í bundesliguni.
Á útivølli móti Gummersbach tapti Kiel heili 29-40. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá Kiel. Gummersbach var á odda 21-10 í steðginum. Í seinna hálvleiki megnaði Kiel at steðga bløðingini.
Tað gekk tó persónliga væl hjá Eliasi. Hann gjørdist toppskjútti hjá Kiel við átta málum, og hann legði eisini upp til tvey mál.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Elias hevur nummar 71 á rygginum, og hann sæst skora eitt vakurt mál í samandráttinum:
##med2##