Meinhard E. Olsen stóð fyri einum framúr góðum avriki, tá Mjøndalen á heimavølli í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vann 4-1 á Sandnes ULF.
Uppá sjey minuttir, millum tólvta og nítjunda minutt í fyrra hálvleiki gjørdi Meinhard ikki mætari enn at skjóta eitt reint hattrick fyri Mjøndalen.
Meðan tvey tey fyrstu málini hjá Meinhardi vóru eitt gott samanspæl við liðfelagarnar, so var triðja málið hjá Meinhardi eitt framúr einmansavrik, har hann sprintaði framvið einum verjuspælara hjá Sandnes, og setti bóltin hegnisliga framvið málverjanum. Hinir leikararnir hjá Mjøndalen og áskoðararnir stórfagnaðu eisini Meinhardi fyri framúr góða avrikið.
HER ber til at síggja málini