VIDEO: Síggj Bjartalíð leggja upp til vakurt mál hjá Fredrikstad

Fredrikstad mátti lúta á fyrsta sinni hetta kappingarárið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, men teir skoraðu eitt framúr vakurt mál

Ikki fyrrenn í 18. umfari tapti liðið Mikkjal Thomassen, Fredrikstad fyrsta dystin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Fredrikstad tapti oddauppgerðini á útivølli 1-2 fyri Oslo KFUM. 

 

Jóannes Bjartalíð var liðskipari hjá Fredrikstad í dag. Jóannes legði hegnisliga upp til málið hjá Fredrikstad við einari fríspæling, tá Riki Alba í 17. minutti legði Fredrikstad á odda 1-0.

 

HER  ber til at síggja málið.

 

Fýra minuttir undan steðginum javnaði Oslo til 1-1. Oslo skoraði sigursmálið tá 59 minuttir vóru spældir av dystinum. Stutt aftaná kom Brandur H. Olsen á vøllin, men Brandur, Jóannes og liðfelagarnir megnaðu ikki at fáa stig hesaferð.