Í gjárakvøldi fekk Elias Ellefsen fyrsta heimadystin fyri THW Kiel í týsku bundesliguni frammanfyri 10.000 áskoðarum, tá Kiel tók móti Gummersbach.
Kiel vann stórsigur 41-30. Í steðginum var Kiel á odda 22-16.
Elias skoraði tvey mál umframt. at hann legði upp til fýra mál.
Kiel er fremst í bundesliguni við fýra stigum fyri tveir dystir við málúrtøkuni 77-55.
Komandi sunnudag hevur Kiel aftur heimadyst í bundesliguna. Tá kemur Wetzlar á vitjan í Kiel.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum THW Kiel-Gummersbach 41-30. Í hesum samandráttinum sæst eitt gott upplegg til mál, og eitt gott mál hjá Eliasi.











