Video: Síggj ótrúliga vakra málið hjá Gilla

(Video) Síggj málini frá dystinum Rosenborg-Brann Bergen 2-1 (1-0), har Gilli Rólantsson skoraði við góðum langskoti

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá oddadystinum í norsku tippuliguni millum Rosenborg og Brann Bergen, sum Rosenborg vann 2-1. Njótið málið hjá Gilla Rólantssyni til 1-1.

 

 

Gilli Rólantsson Sørensen, sum hevur verið millum bestu leikararnir í norskum fótbólti hetta kappingarárið, gjørdi í kvøld enn einaferð um seg.

 

 

Gilli Rólantsson Sørensen og liðfelagarnir úr Brann spældu í kvøld truplasta dystin í kappingini, tá teir á útivølli møttu norsku meistarunum, Rosenborg, sum millum annað hava fyrrverandi Arsenal áleyparan, Nicklas Bendtner á liðnum

 

 

Tað var um reppið at Brann fekk vunnið sær eitt kærkomið stig heim við til Bergen úr Tróndheimi, har Gilli Rólantsson Sørensen, eisini mundi verið hetjan fyri Brann. Gilli Rólantsson Sørensen javnaði nevniliga til 1-1, tá 10 minuttir restaðu av dystinum, eftir hann smekkaði eitt langskot inn úr vinstru síðu.

 

 

 

 

 

 

 

Komandi dystur hjá Brann Bergen verður á heimavølli leygardagin 13. mai. Tá vitjar felagið hjá Sonna Ragnari Nattestad, Molde á Brann leikvøllinum í Bergen.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tað er YouTube-rásin hjá Dagbladet, sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Støðan:

 

 

 

 

 

 

1Rosenborg7     610    13:319
2Sarpsborg741216:913
3Stabæk741213:913
4Brann Bergen732211:611
5Molde732211:711
6Haugesund732211:911
7Aalesund732210:911
8Tromsø832310:1111
9Sandefjord731310:1010
10Strømsgodset72327:99
11Odd63035:99
12Vålerenga721410:137
13Kristiansund72145:117
14Lillestrøm62045:106
15Sogndal71246:125
16Viking81166:124