VIDEO: Síggj sjálvmálið sum gav Iran sigurin

(Video) Síggja hæddarpunktini frá HM-dystinum Marokko-Iran 0-1 (0-0)

Iran hevur fyribils lagt seg á odda í HM-bólki B við einum 1-0 sigri ímóti Morokko.

 

Tað líktist leingi einum javnleiki, men í 94. minutti fall avgerðin. Iran tiltuskaði sær eitt fríspark langt frammi á vøllinum, og tað endaði við, at Aziz Bouhaddouz hjá Marokko var óheppin at beina iranska innleggið í egið mál.

 

Tað endaði tískil við 1-0-sigri til Iran, sum harvið fær ógvuliga týðandi stig, meðan vónirnar hjá Marokko longu munnu vera minkaðar burtur í nærum einki. Komandi mótstøðuliðini hjá teimum eru nevniliga Spania og Portugal.

 

Seinni dysturin í bólki B er stórdysturin ímillum Spania og Portugal, ið byrjaði klokkan 19.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Marokko og Iran

 

Marokko – Iran 0-1 (0-0)

 

0-1: Aziz Bouhaddouz, 90.