VIDEO: Rooney fekk fyrsta málið og breyt nøsina

(Video) Síggj fyrsta málið hjá Wayne Rooney í amerikonsku Major Soccer League

Fyri stuttum skifti fyrrverandi enski landsliðstoppskjúttin, Wayne Rooney Premier League um við amerikonsku Major Soccer League, tá hann skrivaði undir sáttmála við D.C. United.

 

Í teimum fyrstu trimum dystunum hevur Wayne Rooney lagt upp til mál, men tað var ikki fyrrenn í tí fjórða dystinum hjá honum fyri D.C. United, at tað eydnaðist Wayne Rooney at fáa sítt fyrsta mál í MSL.

 

D.C. United tók ímóti Colorado Rapids, og legði Wayne Rooney D.C. United á odda 1-0 tá 35 minuttir vóru farnir. D.C. United vann dystin 2-1. Sigursmálið var eitt sjálvmál, ið var skorað tá 90 minuttir vóru farnir.

 

Tað serliga við málinum hjá Wayne Rooney var, at hann er fyrrverandi Manchester United og Everton-spælari, og hann skoraði málið ímóti Tim Howard, ið er fyrrverandi málverji hjá Manchester United og Everton.

 

Tað var tó ikki bara gleimur hjá Wayne Rooney. Heilt ímóti dystarenda breyt Wayne Rooney nøsina í einum hørðum nærdysti við Niki Johnsson hjá Colorado Rapids. Rooney var tikin av vøllinum, og nøsin var seymað við fimm pentum. 

 

Niki Johnsson gjørdi nógvan skaða ígjár. Umframt at elva til næsabrotið hjá Rooney gjørdi hann eisini sjálvmálið, ið var sigursmálið hjá D.C. United.

 

Hóast sigurin stendur ikki ov væl til hjá D.C. United í eystaru deildini av MLS. Teir liggja á aftasta plássi við 17 stigum.