Video: Ronaldo gjørdi eitt "kung fu" spark

(Video) Fabio Coentrao gjørdi eina "tunnel" undir venjingini hjá Real Madrid, og tað dámdi Cristiano Ronaldo ikki

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eina margháttliga hending frá einari venjing hjá Real Madrid fyrr í hesari vikuni.

 

Fabio Coentrao gjørdi eina "tunnel" undir venjingini hjá Real Madrid, har Cristiano Ronaldo var offrið, og tað dámdi Cristiano Ronaldo ikki. Og tað kláraði heimsins besti fótbóltsleikari ikki at goyma. Hann gjørdi eitt demonstrativt "kung fu" spark. 

 

Fabio Coentrao og Cristiano Ronaldo er annars kendir fyri at verða bestu vinmenn, og teir eru eisini liðfelagar á portugisiska landsliðnum. 

 

Tað er tíðindastovan Reuters, sum hevur lagt hetta serliga videobrotið út á YouTube.