VIDEO: Rógvi og Bryne leiktu javnleik á útivølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Grorud-Bryne 2-2 (1-2)

Føroyski landsliðsleikarin, Rógvi Baldvinsson og liðfelagarnir í Bryne kunnu iðra seg um 2-2 javnleikin á útivølli móti Grorud í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tá ein hálvur tími var leiktur var Bryne á odda 2-0, og var á sigurskós. Men bert tríggjar minuttir seinni minkaði Grorud um munin til 1-2.

 

Grorud javnaði til 2-2 tá ein tími var spældur av dystinum.

 

Bryne hevur fýra stig á triðaftasta plássinum, men teir hava so fingið fýra stig í tveimum teimum seinastu dystunum. Áðrenn tað tapti Bryne seks dystir á rað.

 

Komandi hósdag tekur Bryne móti Stabæk á heimavølli.

 

Rógvi er millum teir 23 leikararnar landsliðvenjarin, Håkan Ericsson hevur tikið út til teir fýra Nations League dystirnar í juni.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Grorud-Bryne 2-2 (1-2)

 

##med2##