Landsliðsleikarin, Rebekka Benbakoura heldur fram við at gera vart við seg í bestu griksku fótbóltsdeildini.
Ígjár tóku Rebekka og liðfelagarnir í Kastorias ímóti AEL Larissa á heimavølli.
Kastorias vann dystin 2-1. Rebekka legði upp til 1-0 málið, og hon skoraði sigursmálið í seinna hálvleiki við einum dundurskoti.
Kastorias er nummar 10 av teimum 14 liðunum í deildini við 19 stigum. Tær hava 11 stig niður til niðurflytingarstrikuna.
Sunnudagin klokkan 11 spælir Kastorias dyst á útivølli móti Olimpiada Imittou, ið liggur triðaftast í deildini við 11 stigum. Tí skuldi verið góðir møguleikar hjá Kastorias at fingið stig í dystinum.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Kastoria-Larissa 2-1 (1-1):
##med2##