Video: Raktu træverkið tvær ferðir og taptu

(Video) Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens høvdu ikki marginalarnir við sær ímóti Silkeborg

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum í donsku superliguni millum Silkeborg og AC Horsens, sum heimaliðið, Silkeborg vann 1-0 uppá eitt heldur ivasamt brotsspark.

 

Føroyski landsliðsspælarin, Hallur Hansson spældi allan dystin fyri AC Horsens. AC Horsens hevði avgjørt ikki hepnið við sær. Í tveimum førum, sum upptøkurnar eisini vísa rakti AC Horsens træverkið.

 

Komandi leygardag er føroyingauppgerð í superliguni, tá AC Horsens tekur ímóti OB, sum er liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni.

 

Støðan í donsku superliguni:

 

1FCK21 1650   46:853
2Brøndby21126343:1742
3Lyngby22104821:1934
4Midtjylland2195739:2532
5Randers FC2195725:2332
6SønderjyskE2279625:2930
7Silkeborg2269727:3527
8AC Horsens2276927:3627
9AaB2175921:3026
10FC Nordsjælland2267930:3625
11AGF21651028:3223
12Esbjerg22571026:4222
13OB21461116:2918
14Viborg21451223:3617