Video úr Klaksvík: Vandamikið úti, haldið tykkum inni

Sløkkiliðið í Klaksvík frámælir fólki at fara út, tí støðan er hættislig.

Støðan í Klaksvík er hættislig og nógvir skaðar eru í býnum júst nú. 

 

Á Brandstøðini í Klaksvík hava tey úr at gera, og sum skilst eru tekjur, húsaklædningar og annað, sum er farið í dag. 

 

- Tað er alt frá stórum til smáum skaðum í dag. Og teir eru nógvir í tali, siga tey av brandstøðini í Klaksvík. 

 

Hetta videobrotið er sent okkum úr Klaksvík fyri løtu síðani. Trýst á pílin og síggj tá tekja flýgur framvið. 

 

Øllum verður frámælt at fara út í Klaksvík júst nú.