Upptøkurnar sum síggjast í hesum videobroti eru úr savninum hjá Gunnari Gunnarsson, sum abbasonurin Heri Á. Simonsen, hevur lagt á Youtube.
Hesar upptøkurnar eru frá ólavsøkuni í 1958 og kongavitjan í Havn í 1963. Gunnar Gunnarson (1916-1992) hevur tikið upp á 8 mm litfilm.
Les eisini: Byrjanin til skrúðgonguna var í 1942
https://www.in.fo/news-detail/byrjanin-til-skrudgonguna-var-i-1942
Á upptøkunum frá ólavsøku í 1958 gongur Kristian Djurhuus á odda sum løgmaður. Hann var løgmaður frá 1950 til eftir løgtingsvalið í 1958. Hann gjørdist aftur løgmaður tá Petur Mohr Dam doyði í 1968 til 1970.
##med2##
Á upptøkunum frá ólavsøku í 1963 gongur Hákun Djurhuus á odda sum løgmaður. Hann var løgmaður í sokallaða sjálvstýrislandsstýrinum frá 1963-1967.