Týsdagin klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið EM-undankappingardyst móti Noregi, ið er í stórformi.
30. august vann Noreg 6-0 á Norðurírlandi á útivølli í okkara EM-undanbólki, og 3. september vunnu tær ein venjingardyst 2-1 á Onglandi, ið er millum heimsins allarsterkastu kvinnulandsliðið.
Ígjár vann Noreg heili 7-1 á Hvítarusslandi á útivølli í okkara EM-undanbólki. Sama hvítarussiska liðið vann 3. september 6-0 á Føroyum. Noreg hevur málúrtøkuna 13-1 eftir bara tveir dystir í undankappingini.
Hvítarussland kom annars á odda 1-0, men norsku kvinnurnar vunnu skjótt á skelkinum, og í steðginum vóru tær á odda 3-1.
Isabell Herlovsen skoraði tvey tey fyrstu málini fyri Noreg ígjár. Isabell Herlovsen er nú bara tvey mál frá at verða besti málskjúttin á norska kvinnulandsliðnum nakrantíð.
Metið eigur Marianne Petersen við 66 málum. Isabell Herlovsen hevur skotið 64 mál fyri Noreg higartil, og nú leggja norskir miðlar upp til, at hon fær málmetið tá Noreg spælir móti Føroyum á Tórsvølli týsdagin klokkan 17.
Her ber til at síggja málini sum komu í EM-undankappingardystinum millum Hvítarussland og Noreg. Maria Þórisdóttir sum skoraði 3-1 málið er dóttir Þórir Hergeirsson, ið er venjari hjá norska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Við honum sum venjara hevur Noreg vunnið bæði OL-gull, EM-gull og HM-gull:
##med2##











