Video: Noreg skrivaði hondbóltssøgu

(Video) Noreg vann á Ungarn í fjórðingsfinaluni, og er í HM hálvfinaluni í manshondbólti fyri fyrstu ferð í søguni

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hvussu tað sá út, tá Noreg skrivaði søgu, og fyri fyrstu ferð nakrantíð vann seg í eina HM-hálvfinalu í manshondbólti.

 

Noreg vann 31-28 á Ungarn frammanfyri 6.500 áskoðarum í Albertville í Fraklandi, og var greitt á odda 17-10 í steðginum. Noreg var á odda við fleiri málum tað mesta av dystinum. Ikki fyrrenn ímóti dystarenda hálaði Ungarn nøkur mál inn á Noreg.

 

Torbjørn Bergerud í norska málinum spældi ein framúr góðan dyst, og hevði nógvar góðar bjargingar. Espen Lie Hansen gjørdist toppskjútti hjá Noregi við seks málum. Gabor Csaszar gjørdist toppskjútti hjá Ungarn við 11 málum. Ungarn vann annars á Danmark í áttandapartsfinaluni.

 

Noreg spælir HM-hálvfinalu ímóti vinnaranum av fjórðingsfinaluni millum Spania og Kroatia, sum byrjar klokkan 19.45 í kvøld. 

 

Norsku hondbóltsmennirnir hava livað í skugganum hjá norsku hondbóltskvinnunum, sum hava vunnið EM, HM og OL fleiri ferðir seinastu fjórðingsøldina, men nú er øll tann ítróttarøra norska tjóðin á gosi um manslandsliðið í hondbólti.