Video: Norðurlond møta Fraklandi og Niðurlondum

(Video) Noreg og Danmark fáa harða mótstøðu í EM-hálvfinalunum, sum verða leiktar fríggjadagin

Seinastu dystirnir í millumumfarinum í EM-endaspælinum í kvinnuhondbólti vóru avgreiddir í dag.

 

Í millumbólki 1 vann Frakland ein sannførandi 28-21 (15-12) sigur á Serbia. Niðurlond vunnu 29-24 (15-13) á Spania, og tí var tað ikki nóg mikið hjá Týsklandi at vinna 28-22 (12-9) á Svøríki.

 

Niðurlond og Frakland fingu átta stig, meðan Týskland dróg svartaper við bert sjey stigum.

 

Í millumbólki 2 var talan um norðurlendska gleði í dag. Danmark vann alt avgerandi dystin ímóti Rumenia við 21-17 (12-10). Noreg vann ein sannførandi 35-24 (18-17) sigur á Kekkia. Ungarn og Russland spældu javnleik 26-26. Ungarn var á odda 14-13 í steðginum.

 

Noreg endaði á 10 stigum. Danmark fekk sjey stig, meðan Rumenia fekk seks stig.

 

Hálvfinalurnar verða leiktar fríggjadagin í Scandinavium høllini í Göteborg í Svøríki. Klokkan 17.15 spæla Danmark og Niðurlond, og klokkan 19.45 spæla Noreg og Frakland. Sama dag spæla Týskland og Rumenia um fimta plássið.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Estelle Minko hjá Fraklandi skora eitt sjáldsamt mál við einum sjáldsomum lopi í dystinum ímóti Serbia fyrr í dag.