Video: Nógv fólk í býnum mentanarnáttina

Sera nógv fólk høvdu leitað sær í býin, nú mentanarnátt var hildin í gjárkvøldið á 17. sinni. Tiltakið er vorðið til eitt afturvendandi tiltak, ið næstan kann sammetast við ólavsøkuna. Skráin er eisini vorðin meira umfatandi við árunum.

Við at trýsta á pílin á myndini síggjast nakrar kykmyndir, sum kykmyndamaður okkara, Ísak Z. Laksáfoss hevur tikið. Niðanfyri eru eisini fleiri myndir, sum myndamaður okkara, Sigmar Mørkøre hevur tikið.