VIDEO: Niðurlond fóru við EM-bronsuni

(Video) Síggj hæddarpunkt frá EM-bronsudystinum Niðurlond-Rumenia 24-20 (15-8)

Niðurlendska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur vunnið heiðursmerki fjórða endaspælið á rað. 

 

Fyrr í dag spældu Niðurlond og Rumenia EM-bronsudyst í París. Niðurlond vunnu 24-20. Í steðginum var støðan 15-8 til Niðurlond. Rumenia var væl betri við í seinna hálvleiki, og tær rumensku ótu væl av leiðsluni hjá Niðurlondum, men ímóti dystarenda tóku tær niðurlendski seg saman aftur og hálaðu sigurin heim.

 

Niðurlond vunnu EM-bronsu í 2016, og tær vunnu HM-silvur í 2015 og HM-bronsu í 2017.

 

Estevana Polman gjørdist toppskjútti hjá Niðurlondum við sjey málum. Valentina Ardean-Elisei gjørdist toppskjútti hjá Rumenia við seks málum.

 

Klokkan 16.30 spæla Frakland og Russland EM-finaluna.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunkt frá bronsudystinum millum Niðurlond og Frakland.