Líka so nógv sum allir fótbóltshugaðir føroyingar fegnast um minniliga og søguliga sigurin hjá B36 á Tórsvølli í gjárakvøldið á The New Saints FC, líka so stórt er vónbrotið hjá TNS, ið gjørdist tapandi parturin í fótbóltssøguligu hendingini, tá B36 gjørdist fyrsta føroyska liðið at vinna seg víðari trý umfør í einari evropeiskari kapping.
- VIðhvørt er fótbóltur óndur, staðfestir høvuðsvenjarin hjá TNS, Scott Ruscoe
- Brotssparkskappingar er eitt lottarí, sigur Scott Ruscoe sum ikki er so nógv vónbrotin av at tapa brotssparkskappingina móti B36, men heldur, at tað ikki eydnaðist at halda 2-1 leiðsluna sum TNS vann sær í longdu leiktíðini.
Scott Ruscoe heldur, at TNS spældi ein slakan fyrra hálvleiki, men hann heldur, at hansara menn gjørdu tað munandi betri í seinna hálvleiki og í longdu leiktíðini.
Scott Ruscoe heldur eisini, at B36-arnir vóru rættiliga móðir og moyrir, og somikið størri er vónbrotið, at TNS ikki megnaði at halda 2-1 leiðsluna.
Scott Ruscoe heldur enntá, at norðurírski dómarin kundi givið B36-arnum fleiri kort.
Scott Ruscoe viðurkennir tó, at talan er um ein stóran og søguligan dag hjá B36, og hann ynskir B36 góða eydnu víðari í kappingini.
HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna miðlamaðurin hjá The New Saints FC gjørdi við Scott Ruscoe um midnáttarleitið á Hotel Brandan:
##med2##











