Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum í dag. Samrøðan er partur av stórari kampanju við heitinum "Tá skipanin svíkur", sum Sosialurin fer undir í dag. Trýst á pílin á myndini fyri at hoyra Rebekku greiða frá. Og les alla greinarøðina í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur í sølubúðirnar í kvøld.
- Eg eri sjálv farin undir eina útbúgving innan autismuvegleiðing, tí eg havi ásannað, at eingin verjir mítt barn uttan eg sjáv, sigur 35 ára gamla Rebekka Niclasdóttir Dahl, mamma at 13 ára gomul drongi við autismu.
- Vit einasta vit vilja er, at tað almenna antin setir pening aftanfyri øll tey lyftini, sum tey hava, ella at tey eru erlig um, at ikki øll verða loftað, sigur Rebekka Niclasdóttir Dahl og maður hennara Jens Pauli Dahl, sum bæði eru komin í Miðlahúsið í Vágsbotni hendan dagin at tosa um støðuna hjá soninum.
Tey eru nú komin so mikið langt út á tað vónleysu gøtuna, at tey kenna tað neyðugt at rópa varskó alment – hóast tað er trupult at tosa um persónlig viðurskifti á hendan hátt.
- Vit hava einki annað val. Eg hugsi bara um øll tey árini, Mikkjal ikki hevur fingið nøktandi fakliga hjálp og hvussu nógva hjálp hann hevði kunna fingið, um onkur loftaði tí tíðliga, sigur Rebekka Niclasdóttir Dahl.