Video: Nú er nokk – líka útbúgving líka løn

Tað var stúgvandi fult av fólki á Vaglinum seinnapartin til mótmælistiltakið, sum Føroya Pedagogfelag skipaði fyri. Talan er um fyrsta tiltakið, sum fakfelagið hevur skipað fyri, síðani verkfallið byrjaði fyri einum mánaði síðani.

Í stuttari røðu segði formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, at limir felagsins hava fingið alt ov lítla løn alt ov leingi.

- Land og kommunur hava fingið alt ov nógv fyri alt ov lítið. Nú er nokk. Líka útbúgving líka løn, segði Jógvan Philbrow.

Fleiri røður vórðu hildnar í sambandi við tiltakið. Millum røðararnar var forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, sum heitti á pedagogarnar um at halda út og standa saman.

Umframt røður var eisini tónleikur á skránni. Eitt nú varð tjóðsangurin sungin, og Rani Nolsøe sang eisini tveir sangir.

Millum tey mongu, sum vóru komin oman á Vaglið til mótmælistiltakið hjá pedagogunum, var Bjørg av Kák Olsen, sum er námsfrøðingur og varaleiðari á stovninum Alvalon í Sørvági.

Vit spurdu Bjørg, hví hon møtti til mótmælistiltakið. Trýst á pílin fyri at síggja samrøðuna