Video: Mugu siga nei til ferðafólk um summarið

Ferðavinnan veksur hvørt ár og summi hotell merkja væl vøksturin, meðan vøksturin ikki er so sjónligur hjá øðrum.

- Vit hava massar av plássi um veturin, men verri enn so pláss fyri øllum um summarið. Tað eru starvsfólk hjá Hotel Havn, Hotel Hafnia og Hotel Føroyar samd um. 

 

 

 

Mildrið Jacobsen, journalistur, hevur vitjað trý hotell í Havn í royndini at finna fram til, hvussu ferðavinnan merkist hjá hesum leikarum. Trýst á pílin fyri at síggja videobrotið.