Video: Messi stútar mótstøðumann

Lionel Messi var í andglettinum í gjárkvøldið

Í gjár spældu FC Barcelona og AS Roma vinardyst í samband við kappingina "The Joan Gamper Trophy". Talan er um eina óalmenna kapping, har pengar verða savnaðir saman til vælgerandi endamál.

 

Tað líktist tó als ikki einum vinardysti, tá ið ilt kom ímillum Lionel Messi og Mapou Yanga-Mbiwa hjá Roma. Í sjónbandinum omanfyri sæst, at Messi bæði skallar og tekur um hálsin á Yanga-Mbiwa.

 

Báðir leikararnir fingu gult kort. Tað skal Messi nokk prísa seg lukkuligan fyri.