Víkingadagar vóru um vikuskiftið hildnir í Hovi, og sum videobrotini her vísa, so er tað veruliga sum at trína aftur í søguni til eina heilt aðra tíð.
Jana Jensen hevur gjørt hesar upptøkur. Fyrra upptøkan vísir, hvussu víkingaklæddir íslendingar og føroyingar renna við svørinum fremst, sum fara teir í kríggj. Fyri Braveheart fjepparar er ikki sørt, at hetta minnir um onkrar av mergjaðu dystunum í filminum.
Seinna upptøkan vísir, hvussu víkinga marknaðurin sá út í Hovi um vikuskiftið, og gevur eina góða fatan av, hvussu upplivingin hevur verið fyri tey vitjandi. Trýst á pílarnar á myndunum fyri at síggja brotini bæði.