VIDEO: Meinhard skoraði tvey mál í heimasigri hjá Bryne

(Video) Føroyingaliðið, Bryne liggur nú á fjórða plássi í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Meinhard E. Olsen og Rógvi Baldvinsson vóru við frá byrjan tá lið teirra, Bryne í heimadysti móti Grorud í kvøld vann 3-2.

 

Meinhard E. Olsen gjørdi veruliga um seg í kvøld. Meinhard skoraði til 1-0 tá 27. minuttir vóru farnir. Tá 40 minuttir vóru farnir økti Henning Rømslo til 2-0. Átta minuttir inn í seinna hálvleik økti Meinhard til 3-0. Grorud minkaði um munin til 1-3 tá 66 minuttir vóru farnir. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað Grorud at minka til 2-3, men nærri kom útiliðið ikki.

 

Meinhard E. Olsen hevur nú skotið fimm mál fyri Bryne hetta kappingarárið.

 

Bryne liggur nú fjórðfremst av teimum 16 liðunum í næstbestu deildini við 10 stigum fyri seks dystir. Tvey tey ovastu liðini flyta beinleiðis upp í bestu deildina. Nummar trý til seks spæla playoff-dystir um rættin at vinna seg upp í bestu deildina. 

 

Týsdagin í næstu viku kemur Oslo KFUM á vitjan hjá Bryne.

 

Her ber til at síggja hæddarpunktini við m.ø. teimum báðum málunum Meinhard E. Olsen skoraði í kvøld: https://www.brynefk.no/bryne-tv