VIDEO: Meinhard skoraði sigursmálið hjá Mjøndalen

Tvey føroyingalið vunnu og eitt tapti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld

So brast loksins aftur fyri nev hjá Meinhardi E. Olsen og liðfeløgunum í Mjøndalen, ið ikki hava vunnið ein dyst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í longri tíð.

 

Í kvøld eydnaðist tað við einum sigursmáli hjá Meinhardi at vinna 1-0 á Grorud á útivølli. 

 

Tá 11 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki fangaði Meinhard eitt framúr gott langt útspark frá málverjanum hjá Mjøndalen, fór framvið verjuspælara hjá Grorud og setti bóltin hegnisliga í netið til 1-0.

 

Gullbrandur Øregaard slapp á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF vunnu 2-1 á Start í Kristiansand. Tommy Holland skoraði sigursmálið fyri Sandnes heilt móti dystarenda.

 

Rógvi Baldvinsson spældi allan dystin fyri Bryne, ið tapti 0-2 fyri Frederiksstad á heimavølli. Bryne var aftanfyri 0-1 longu tá 13 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Fredriksstad til 2-0.

 

Sandnes ULF er nummar fýra við 28 stigum, sama stigatali sum Stabæk sum er næstfremst við 28 stigum, men við betri málmuni. Mjøndalen er nummar fimm við 26 stigum. Bryne er fjórðaftast við 13 stigum, men teir hava sjey stig niður til niðurflytingarstrikuna. 

 

HER ber til at síggja sigursmálið Meinhard E. Olsen skoraði fyri Mjøndalen í kvøld: 

 

##med2##

 

Støðan (Soccerstand) : 

 

##med3##