Íslendingar hava gjørt sítt við at vinna greiðan 34-24 sigur á Svartfjallalandi, sum teir nevna Montenegro. Fyrri hálvleikur var framúr hjá íslendingum, ið vóru á odda 17-8 í steðginum.
HER ber til at síggja Jóannes Hansen lýsa góða avrikið hjá Íslandi á in.fo fyrr í dag.
Undan dystinum millum Danmark og Frakland í kvøld klokkan 19.30 hevur Danmark átta stig, Ísland seks stig og Frakland seks stig. Vinnur Danmark vinna teir bólkin, og so vinnur Ísland annað plássið og skal møta Spania í hálvfinaluni fríggjadagin. Fær Frakland stig skal Ísland spæla um fimta plássið og eitt pláss í HM-endaspælinum. Tann dysturin verður móti Noregi.
Montenegro – Ísland 24-34 (8-17)
Montenegro : Milos Vujovic 11, Bozo Andjelic 6, Vasko Sevaljevic 2, Marko Lasica 2, Radojica Cepic 2, Nemanja Grbovic 1.
Ísland : Ómar Ingi Magnusson 11, Bjarki Elisson 8, Elvar Asgeirsson 3, Thráinn Jónsson 2, Aron Pálmarsson 2, Elvar Jónsson 2, Ýmir Gislason 2, Sigvaldi Guðjónsson 1, Kristján Kristjánsson 1, Teitur Einarsson 1, Darri Aronsson 1.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum millum Montenegro og Ísland:
##med2##











