VIDEO: Martin spældi allan dystin fyri Viborg

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Viborg FF-IFK Norrköping 2-1 (0-1)

Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Viborg spældu fyrr í dag venjingardyst móti IFK Norrköping úr bestu svensku fótbóltsdeildini. 

 

Viborg vann dystin 2-1. Norrköping var á odda 1-0 í steðginum.

 

Viborg FF-IFK Norrköping 2-1 (0-1)

0-1 Victor Lind (18.)

1-1 Paulinho (65.)

2-1 Nils Mortimer (83.)

 

Saman við málverjanum, Mikkel Andersen var Martin Agnarsson einasti leikarin hjá Viborg, ið spældi báðar hálvleikirnar í dag.

 

Tað boðar, ið hvussu er frá, at venjaratoymið vildi síggja Martin ein heilan dyst, og tað er vónandi tekin um, at fitt av spælitíð er á veg hjá Martini.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum millum Viborg og IFK Norrköping:

##med2##