VIDEO: Málini Føroyar lótu inn móti Norðurírlandi

(Video) Norðurírska fótbóltssambandið hevur lagt eitt videobrot út við øllum málunum uttan tí føroyska

Mynd: Bjarni Enghamar, FSF

Mynd: Bjarni Enghamar, FSF

Ígjár gjørdi føroyska kvinnulandsliðið tað rættiliga gott móti einum sterkum norðurírskum liði.

 

Talan gjørdist um eitt 1-3 tap móti einum liði, ið skal taka lut í komandi EM-endaspælinum. Í steðginum vóru tær norðurírsku á odda 3-0, so tað eydnaðist at vinna seinna hálvleik. Føroyska málið var eitt sjálvmál.

 

– Vit hava flutt okkum nógv, síðan vit spældu móti teimum seinast. Tað kendist so á vøllinum, og fleiri av teimum norðurírsku spælarunum hava eisini sagt hetta við meg nú eftir dystin, at tær sóu stóran mun á vøllinum. Tað kendist gott, at vit í dag vóru nógv betri førar fyri at standa ímóti trýstinum, sum sjálvandi var har meginpartin av dystinum, men samanlagt kunnu vit taka nógv gott við okkum úr hesum dystinum, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá FSF.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá norðurírska fótbóltssambandinum sum onkursvegna ikki hevur tikið føroyska málið við í samandráttin: 

 

##med2##

 

A-landsliðið við kvinnum hevur ein vinardyst eftir á hesari venjingarleguni. Hann verður leygardagin, tá Gibraltar tekur ímóti á Victoria Stadium.

 

Mynd: Bjarni Enghamar, FSF

Mynd: Bjarni Enghamar, FSF