Video: Málveitsla og dramatikkur í Gundadali

Her er samandrátturin frá málríka dystinum millum B36 og Víking

Víkingur vann í dag 5-3 á B36 í 11. umfari í landskappingini í fótbólti. Longu í hálvleikinum stóð 2-2, so tað komu mál gjøgnum allan dystin.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin

 

Víkingur kom á odda 2-0, áðrenn B36 javnaði. Síðani vann Víkingur sær eina leiðslu upp á 4-2, áðrenn B36 minkaði um munin. At enda staðfesti Víkingur sigurin við máli til 5-3.

 

Her eru øll málini og dramatikkurin í Gundadali í kvøld.

 

B36-Víkingur 3-5 (2-2)

0-1: Sølvi Vatnhamar

0-2: Adeshina Lawal br

1-2: Gestur Bogason Dam

2-2: Lukasz Cieslewicz

2-3: Andreas Lava Olsen

2-4: Adeshina Lawal

3-4: Odmar Færø

3-5: Hanus Jacobsen

 

Støðan eftir ellivu umfør

KÍ 25 stig

Víkingur 23 stig

NSÍ 20 stig

HB 16 stig

Suðringar 15 stig

B36 13 stig

EB/Streymur 11 stig

Skála 9 stig

07 Vestur 8 stig

ÍF 6 stig