Tað lagaði seg væl hjá føroyska fótbóltslandsliðnum ígjár.
Umframt, at Føroyar vunnu 3-1 á Malta í bólki 3 í D-deildini í Nations League, so spældu hini bæði liðini í bólkinum, Aserbadjan og Kosovo málleysan javnleik í Baku í Aserbadjan.
Hetta merkir, at Føroyar eru á odda í bólkinum.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Aserbadjan og Kosovo.
Mánakvøldið klokkan 19.45 spæla Kosovo og Føroyar í Pristina. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.