Gilli R. Sørensen var við allan dystin, tá Brann Bergen í gjárakvøldi á útivølli tapti 0-2 ímóti Stabæk í dysti í norsku tippiliguni.
Hjá Brann kom tapið illa við í oddastríðnum. Oddaliðið, Rosenborg vann 5-1 á Sandefjord á heimavølli ígjár, og er Rosenborg nú fimm stig frammanfyri Brann á stigatalvuni.
Tað, sum oyðilegði nógv fyri Brann í kvøld var, at Stabæk kom á odda longu tá tveir minuttir vóru farnir av dystinum. Tá so Stabæk økti til 2-0, tá 60 minuttir vóru farnir av dystinum gjørdist mótbrekkan sera brøtt hjá Brann.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum.
Tað er norska Dagbladet, sum hevur lagt málini út á YouTube.